Eli Tausen á Lava (FO) Hóskvøldið 25.juni kl.21
Eli Tausen á Lava (FO) Hóskvøldið 25.juni kl.21
Eli Tausen á Lava
Solo - Synth
Eli Tausen á Lava (f. 1997) er tónaskald, pianistur, ljóðlistamaður og elektroniskur tónleikari úr Føroyum. Hann granskar evni sum søgu, fólkasøgu, mythologi, gand og tað okkulta ígjøgnum eina filmiska og oftast minimalistiska linsu.
Nýggjasta EP'in hjá honum, Book of Lies (2025), er ein listarlig kanning av esoterisku lærdómunum í kenda verkinum (við sama heiti) hjá Aleister Crowley.
Verkið Let me cry (2022), varð nýliga framført av Føroya Symfoniorkestri sum partur av vár skránni hjá teimum og varð eisini framført av BBC Scottish Symphony Orchestra til Nordic Music Days 2024.
Eli Tausen á Lava hevur eina master útbúgving í tónleikasøgu og sum tónaskald frá New York University, har hann lærdi við Julia Wolfe og Michael Gordon, ið eru viðstovnarar av Bang on a Can.
Couldn't load pickup availability
Deil / Share
