january, 2020

26jan21:00Vetrarjazz 2020- Yggdrasil v/ Vera Kondrateva

more

Event Details

Yggdrasil við Vera Kondrateva sum solisti endar konsertferð í Evropa við konsert í Blábar.

Yggdrasil við Vera Kondrateva sum solisti endar konsertferð í Evropa við konsert í Blábar.

Føroyski bólkurin Yggdrasil er stovnaður í 1981 av Kristiani Blak, sum hevur skrivað størsta partin av tilfarinum, sum bólkurin spælir. Heilt frá byrjan hava tónleikarar úr øðrum londum luttikið í tiltøk og konsertum. Á hesi konsertini er sibirska Vera Kondrateva solistur.

Yggdrasil hevur samstarvað við Veru í fleiri førum. Síðan fyrstu konsertina i Surgut 2015 hava Vera Kondrateva and Yggdrasil innspælt fløguni Lipet Ei (The Seven Brothers) og framført saman í Noregi, Svøríki, Grønlandi, Sibiriu, Italiu – og sjálvandi fleiri ferðir í Føroyum.

Time

(Sunday) 21:00