Kollektion: Summartónar 2026
Fyrstu Summartónar vóru í 1992.
15 konsertir vóru í Tórshavn, Kirkjubø og
Runavík. 13 tónaskøld vóru á skránni. Felagið
Føroysk Tónaskøld FFT hevur staðið fyri
festivalinum. Drívmegin øll árini hevur verið
tónaskaldið Kristian Blak. Eitt ódnartak, ið er
ilt at skilja, kann rúmast í sama persóni.
Fyrstu árini var meginreglan at bíleggja
nýggjan føroyskan partiturtónleik og spæla
sonevndan klassiskan tónleik.
Helvtin av skránni skal vera føroyskur tónleikur. Teir fyrstu føroysku tónleikararnir, ið vóru liðugt útbúnir, ella vóru undir útbúgving, gjørdust drívmegin í festivalinum. Eisini fingu hesi nógvar av tónleikavinunum frá konservatorinum at luttaka. Eftir at Tórshavnar Jazz, Fólka og Blues Festivalur steðgaði, avgjørdi fólkini handan Summartónar at víðka skránna við tónleikasløgunum, ið TJFBF umboðaði.
Ein onnur meginregla fyri Summartónar var, at festivalurin skuldi fevna stóran part av landinum. Eisini útoyggjar sum Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Skúvoy, Mykines osfr. Ein av stóru upplivingunum eru konsertirnar í Klæmintsgjógv úti í Hesti.
Festivalurin strekkir seg eisini í tíð. Í ár byrjar festivalurin í mai og endar í september. Persónliga havi eg verið sera fegin um Summartónar. Serliga at festivalurin hevur sum endamál at røkka út í hvønn krók í Føroyum. Havi havt sera stórar upplivingar; serliga á útoyggj. Minniligar túrar í Skúvoy, Fugloy, Nólsoy og ikki minst í Kallsoynni.
Minnist eina konsert við útlendskari strúkikvartett í einari stovu í sethúsinum hjá borgarstjóranum á Trøllanesi. Allir íbúgvarnir á Trøllanesi møttu. Eg fekk eitt gott prát við tveir trøllanesmenn um tónleik og seyðahald.
Mítt fyrsta møti við úlendskar tónleikarar hevur verið á Summartónum. Aloftast hevur hetta fyrsta møti ment seg til lívlangt vinalag. Eisini nógv sera stór upplivilsir við mínum góðu vinum í Aldubáruni, ið hava verið trúgvir luttakarar á Summartónum síðan byrjanina, og altíð til dystin fús at framføra og bíleggja nýggjan føroyskan partiturtónleik.
Sunleif Rasmussen,
formaður Felagið Føroysk Tónaskøld
-
Bingja (FO) Hóskvøldið 25.juni kl.21
Normalpris 100,00 DKKNormalprisStykpris / pr.Udsalgspris 100,00 DKK -
Kátir Kallar (FO) Hóskvøldið 27.August kl.21
Normalpris 100,00 DKKNormalprisStykpris / pr.Udsalgspris 100,00 DKK -
Ravsøgn (FO) Hóskvøldið 20.august kl.21
Normalpris 100,00 DKKNormalprisStykpris / pr.Udsalgspris 100,00 DKK -
Sissal (FO) Hóskvøldið 13.august kl.21
Normalpris 100,00 DKKNormalprisStykpris / pr.Udsalgspris 100,00 DKK -
Plutonic (QC) & EagleCentric (FO) Hóskvøldið 6.august kl.21
Normalpris 100,00 DKKNormalprisStykpris / pr.Udsalgspris 100,00 DKK -
Katrina Petersen kvintett (FO/DK/EE) Hóskvøldið 30.jul kl.21
Normalpris 100,00 DKKNormalprisStykpris / pr.Udsalgspris 100,00 DKK -
Anders Hjuler (DK) & Son of Fortune (FO) Hóskvøldið 23.juli kl.21
Normalpris 100,00 DKKNormalprisStykpris / pr.Udsalgspris 100,00 DKK -
Trio Ciocaia (IT) Hóskvøldið 16.juli kl.21
Normalpris 100,00 DKKNormalprisStykpris / pr.Udsalgspris 100,00 DKK -
Alda Magna (FO) Hóskvøldið 9.juli kl.21
Normalpris 100,00 DKKNormalprisStykpris / pr.Udsalgspris 100,00 DKK -
The Betty Quartet (DK/FO) Hóskvøldið 18.juni kl.21
Normalpris 100,00 DKKNormalprisStykpris / pr.Udsalgspris 100,00 DKK -
MonkeyRat ft. Jóhanna Súnadóttir Pedersen, Vár Isaksen, Jóhanna Sámalsdóttir (FO) Hóskvøldið 11.juni kl.21
Normalpris 100,00 DKKNormalprisStykpris / pr.Udsalgspris 100,00 DKK