Gå til produktoplysninger
1 af 1

Frítt Fall – Osgood/Blak/Poulsen – Live plátuinnspæling! (FO/DK) 12. Januar kl.20

Frítt Fall – Osgood/Blak/Poulsen – Live plátuinnspæling! (FO/DK) 12. Januar kl.20

Tiltag 12 January, 2026
kl. 20:00 - kl. 21:30

Frítt Fall – Osgood/Blak/Poulsen – Live plátuinnspæling! (FO/DK)

 

FO

Tann 12. januar verður live plátuinnspæling við jazz-trioini Frítt fall í Blábar!
Frítt fall sameinir tríggjar eklektiskar røddir á tí Norðurlendska jazzpallinum. Kresten Osgood er allarhelst tann mest virkni trummuleikarin og marg-ljóðførisleikarin úr Danmark. Síðani
90’árini hevur hann spælt saman við nøkrum av teimum størstu stjørnunum innan jazz og frían tónleik, har nevnast kunnu: Paul Bley, Brad Mehldau, Peter Brötzman og nógvar aðrar stílskaparar.
Bárður R. Poulsen hevur tey seinastu 14 árini búð og virkað í Noregi, og hevur í síni tíð har verið við til at mynda bólkar sum: Wako, Espen Berg trio og Flukten, umframt nógvar aðrar verkætlanir.
Kristian Blak kenna og virða vit øll sum tónleikara, komponist og fyriskipara. Við bólkinum Yggdrasil hevur hann givið tíggjutals plátur út, og spælt konsertir um allan heimin.


Frítt fall er:
Kristian Blak, klaver
Bárður Reinert Poulsen, bass
Kresten Osgood, trummur


Í januar verður debutplátan innspæld í Blábar, og vit vóna at tit vilja deila kvøldið saman við okkum!



EN

On January 12th there will be a live recording with the jazz trio Frítt fall in Blábar!
Frítt Fall unites three eclectic voices on the Nordic jazz scene. Kresten Osgood is probably the most active drummer and multi-instrumentalist from Denmark.
In the 1990s he played with some of the biggest stars in jazz and free music, including: Paul Bley, Brad Mehldau, Peter Brötzman and many other stylists.
Bárður R. Poulsen has lived and worked in Norway for the past 14 years, and during his time there has been involved in forming bands such as: Wako, Espen Berg trio and Flukten, as well as many other projects.
We all know and respect Kristian Blak as a musician, composer and arranger. With the band Yggdrasil he has released dozens of albums, and played concerts all over the world.

Frítt Fall is:
Kristian Blak, piano
Bárður Reinert Poulsen, bass
Kresten Osgood, drums

 

Havnar Jazzfelag
Tórshavnar Kommuna
Koda Kultur
Mentamálaráðið
Mentanargrunnur Landsins
Økistónar
Normalpris 100,00 DKK
Normalpris Udsalgspris 100,00 DKK
Udsalg Udsolgt
Inklusive skatter. Levering beregnes ved betaling.
Se komplette oplysninger