Refund policy
Handilstreytir
Niðanfyri eru handilstreytir fyri keyp á nethandlinum hjá Blábar.
Keypstreytir
Atgongumerki til tiltøk fella ikki undir angrirættin í brúkaralóggávuni.
Prísir
Allir prísir eru í DKK (donskum krónum). 25% MVG er íroknað øllum prísunum. Prísinir eru bert galdandi í Føroyum.
Trúnaður
Upplýsingarnir - navn, bústaður og t-postur - ið tú sendir til okkara, vera goymdar í trúnaði. Vit nýta bert tínar upplýsingar til at senda tær vøruna og annars at geva tær upplýsingar um hana.
Veiting
E-atgongumerki, verður sent við email eftir at tín bílegging er farin ígjøgnum. Um tú ikki hevur fingið títt e-Atgongumerki innan ein verkadag eftir bílegging, so er umráðandi at boða frá á blabar@outlook.dk
E-Atgongumerkini hava sama gildi sum vanlig prentað pappírs-atgongumerki.
E-Atgongumerki hava eina serstaka QR-kotu. Eru e-atgongumerkini printað fleiri ferðir, ber einans til at sleppa inn til tiltakið, fyrstu ferð tað verður skanna í atgongumerkjasøluni.
Missir tú t-postin við atgongumerkjunum burtur, ber til skriva til okkum á blabar@outlook.dk og endurbíleggja t-postin við atgongumerkjunum.
Vit gera vart við, at tað verður mett sum svik at misnýta atgongumerki (t.d. at royna at nýta tað til fleiri ymiskar persónar). Um tú hevur illgruna um at onkur annar hevur fingið hendur á tínum e-atgongumerki, ber til at ógilda tað og fáa eitt nýtt við at venda sær til blabar@outlook.dk.
Fyrivarni
Keypt atgongumerki verða ikki afturgoldin uttan so at tiltakið verður avlýst.