Skip to product information
1 of 1

Alto (FO) í Blábar hóskvøldið 12. november kl. 21

Alto (FO) í Blábar hóskvøldið 12. november kl. 21

Konsert við Alto í Blábar hóskvøldið 12. november kl. 21 🎶

Hóskvøldið 12. november verður lív í Blábar, tá orkufulli bólkurin Alto fer á pallin!

Alto hevur gjørt vart við seg í tónleikakappingini Sement 2026, har teir spældu seg heilt í finaluna og hugtóku bæði dómarar og áhoyrarar við sínum orkufullu framførslum og sermerkta tónleiki. Teir imponeraðu so nógv, at teir vórðu bodnir at spæla á Voxbotn 2027!

Alto er ein bólkur við nógvari orku, spæligleði og egnum tónleiki. Limirnir hava ymiskan tónleikasmakk og fáa íblástur úr nógvum ymiskum tónleikasløgum, sum teir flætta saman til sítt egna sermerkta ljóð.

Framførslurnar hjá teimum eru eyðkendar av fangandi rútmum, spæligleði og góðum sambandi við áhoyrararnar.

Sum teir sjálvir siga: Feitur tónleikur. Gott lag.

Í Alto spæla:

Jónas Reinert Vesturklett – sang og gittar  
Treysti Holm – elgittar  
Helgi Marius Greve – klaver og gittar  
Heini Hofgaard Johannessen – bass  
Alfred Moyell Johansen – trummur

Kom framvið og uppliv ein av teimum mest spennandi bólkunum á føroyska tónleikapallinum! Og sum altíð ber sjálvandi eisini til at fáa sær okkurt gott úr barrini.

📅 Hóskvøldið 12. november  
⏰ Kl. 21  
📍 Blábar, Niels Finsensgøta 23

Vit síggjast í Blábar!

---

🇬🇧 ENGLISH

Concert with Alto at Blábar – Thursday, November 12 at 9 PM 🎶

Blábar is in for an energetic Thursday night on November 12, when the Faroese band Alto takes the stage!

Alto has been making waves on the Faroese music scene after reaching the final of Sement 2026, impressing both judges and audiences with their energetic performances and distinctive sound. They made such an impression that they were invited to perform at Voxbotn 2027!

Alto is a band full of energy, enthusiasm and original music. Each member brings different musical influences to the group, which they blend together to create their own distinctive sound.

Their live performances are known for infectious rhythms, a genuine love of playing music and a great connection with the audience.

As they put it themselves: Great music. Good vibes.

Alto consists of:

Jónas Reinert Vesturklett – vocals and guitar  
Treysti Holm – electric guitar  
Helgi Marius Greve – piano and guitar  
Heini Hofgaard Johannessen – bass  
Alfred Moyell Johansen – drums

Come along and experience one of the most exciting bands on the Faroese music scene! And as always, you can enjoy something refreshing from the bar.

📅 Thursday, November 12  
⏰ 9 PM  
📍 Blábar, Niels Finsensgøta 23, Tórshavn

See you at Blábar!

Vanligur prísur 100,00 DKK
Vanligur prísur Útsølu prísur 100,00 DKK
Útsøla Útselt
MVG íroknaður. Shipping calculated at checkout.
Sí allar smálutir