Skip to product information
1 of 2

Bingja (FO) Hóskvøldið 25.juni kl.21

Bingja (FO) Hóskvøldið 25.juni kl.21

Tiltak 25 June, 2026
kl. 21:00 - kl. 22:30

Bingja

Lasse Jæger (elektronikkur, film), Jón Klæmint Hofgaard (gittar), Kristian Blak (klaver)


Bingja er eitt nýtt samstarv millum tónaskaldið/klaverleikaran Kristian Blak og teldutónleikaran Lasse Jæger.

Duoin samstarvar við tónleikaran Jón Klæmint Hofgaard um tvær uttanlandskonsertir síðst í mai; í Føroyahúsinum í Keypmannahavn og á Jack’s Piano Bar í Bukarest 22. mai. Konsertin í Blábar 25. juni verður tilfar frá teimum tveimum undanfarnu konsertunum.


Bingja kannar sambandið millum innflutning og útflutning í føroyskum tónleikaligum høpi. Við íblástri frá ljóðleysum filmsfylgispæli og benshi (japansk filmsfrásøgu siðvenja) fara hesir dugnaligu tónleikararnir at leggja fram eina alternativa, audiovisuella framsýning av Føroyum fyri áskoðarum uttanlands.


Kristian Blak er ein ómissandi persónur í føroyskum tónleiki; tónaskald, klaverleikari, plátufelagsleiðari og tónleikafyrireikari.

Lasse Jæger er elektroniskt tónaskald, audiovisuelt listafólk og frontmaður í havnartekno-tónleikinum hjá Supervisjón.

Jón Klæmint Hofgaard er við í Tweed & Hyenas og improv bólkinum Rutger Hauser, har hann millum annað syngur, spælir gittar og trummur. Eisini rekur hann sítt egna mikro-plátufelag, The Lumen Lake.

Vanligur prísur 100,00 DKK
Vanligur prísur Útsølu prísur 100,00 DKK
Útsøla Útselt
MVG íroknaður. Shipping calculated at checkout.
Sí allar smálutir