Skip to product information
1 of 1

Bingja Hóskvøldið 16. Apríl kl.21

Bingja Hóskvøldið 16. Apríl kl.21

Tiltak 16 April, 2026
kl. 21:00 - kl. 22:30
FO

Bingja er eitt nýtt samstarv millum tónaskaldið/klaverleikaran Kristian Blak og teldutónleikaran Lasse Jæger.
Duoin fer at spæla í Blábar tann 16. apríl saman við Jón Klæmint Hofgaard, har teir testa tilfar til tvær uttanlandskonsertir síðst í mai; í Føroyahúsinum í Keypmannahavn 21. mai og
á Jack's Piano Bar í Bukarest 22. mai.

Bingja er eitt tónlistarligt møti millum ljóð og sjónband í eini felags tónlistarligari kanning. Ein improvisatión við audiovisuellum tilfari, har elektronisk og akustisk ljóðføri møtast.

Bingja kannar sambandið millum innflutning og útflutning í føroyskum tónleikaligum høpi. Við íblástri frá ljóðleysum filmsfylgispæli og benshi (japansk filmsfrásøgu siðvenja) fara hesir dugnaligu tónleikararnar at leggja fram eina alternativa, audiovisuella framsýning av Føroyum fyri áskoðarum uttanlands.

——

Kristian Blak er ein ómissandi persónur í føroyskum tónleiki; tónaskald, klaverleikari, plátufelagsleiðari og tónleikafyrireikari.
Lasse Jæger er elektroniskt tónaskald, audiovisuelt listafólk og frontmaður í havnartekno-tónleikinum hjá Supervisjón.
Jón Klæmint Hofgaard er við í Tweed & Hyenas og improv bólkinum Rutger Hauser, har man millum annað syngur, spælir gittar og trummur. Eisini rekur hann sítt egna mikro-plátufelag, The Lumen Lake
Vanligur prísur 100,00 DKK
Vanligur prísur Útsølu prísur 100,00 DKK
Útsøla Útselt
MVG íroknaður. Shipping calculated at checkout.
Sí allar smálutir