Skip to product information
1 of 1

VETRARJAZZ 2026 – Elin Brimheim Heinesen Band (FO) – double concert Januar 28. kl.20.00

VETRARJAZZ 2026 – Elin Brimheim Heinesen Band (FO) – double concert Januar 28. kl.20.00

Tiltak 28 January, 2026
kl. 20:00 - kl. 22:00

FO

Mitt í sjeytiárinum var Elin við til at stovna fyrsta jazzklubban í Havn – Havnar Jazzfelag. Hon sat í nevndini í jazzklubbanum í fleiri ár og arbeiddi sjálvboðin í klubbanum sum fyriskipari, barrvørður, durðavørður, atgongumerkjaseljari, uppruddari o.a.

Havnar Jazzfelag var ein legendariskur klubbi, sum Kristian Blak tók fyrsta stigið til. Fyrstu árini helt jazzklubbin til í gamla B36-húsinum í Gundadali, seinni í Gamla Klubba, sum nú er niðurrivin, og aftur seinni í Veitsluhøllini hjá Havnar Klubba. Fyrst í 80’unum fekk Havnar Jazzfelag loyvi at læna gomlu – nú niðurrivnu – Perluna til tiltøk síni, har sum Trappan í Vágsbotni er nú.

Í jazzklubbanum var ikki bara jazzur spældur, men øll sløg av rútmiskum tónleiki. Jazzklubbin gjørdist eitt kent stað, sum nógvir føroyskir tónleikarar enn minnast við takksemi, tí klubbin bjóðaði teimum ein møguleika at spæla og lurta eftir tónleiki, sum sjáldan varð spældur í Føroyum tá – í øllum førum ikki regluliga. Harumframt bjóðaði jazzklubbin nógvum útlendskum tónleikarum til Føroya at spæla. Hetta var til stóran íblástur fyri føroyskar tónleikarar, eisini fyri Elina – so hetta hevur havt stóra ávirkan á tónleikayrkisleið hennara.

Elin hevði sjálv fleiri framførslur í jazzklubbanum í 70’unum og fyrst í 80’unum, m.a. við morbróðir sínum, Svenn Brimheim, har hon sang jazz og blues frá The Real Book.

Elin sang og spældi eisini fólkatónleik hesa tíðina við floksfeløgum sínum í Studentaskúlanum í Hoydølum – Ívari Bærentsen á gittar, og Bergur Hansen á floytu. Sjálv spældi hon eisini klaver av og á til framførslurnar. Tey høvdu fleiri framførslur í jazzklubbanum í gamla B36-húsinum og í Gamla Klubba.

Hon byrjaði eisini at gera sín egna tónleik hesa tíðina – mest fólkatónleik við íblástri úr jazzi og blues.

Elin sang í 1977 á fyrstu jazzplátuni nakrantíð gjørd í Føroyum “Jazz í Føroyum 1” (TUTL HJF 1) við sanginum “Hundasjúku-blues” gjørdur av skúlaflokki hennara saman við Kristiani Blak, lærara teirra. Plátan varð tikin upp í upptøkuhølunum hjá legendariska tónleikaframleiðaranum Milson Zachariassen í kjallaranum hjá honum.

Hundasjúku-blues gjørdist ein av sangunum, ið hevur verið verandi longst nakrantíð á hittlistanum “15 teim bestu” í Føroyum (uml. 20 vikur).

Sama árið (1977) var Elin við á eini barnaplátu “Nu ska’ vi u å sejle” [TUTL HJF 3] 1977 við bólkinum Kræklingar og øðrum, við tónleiki eftir Kristian Blak. Hon sang Girafsangen (“The Giraf Song”).

Á sumri í 1977 fór Elin á konsertferð í Skotlandi, Orknoyggjunum og Hetlandi, har hon var partur av einum hópi av fólkum, sum vóru aktiv í Havnar Jazzfelag, og sum m.a. dansaðu føroyskan dans og spældu spælimanstónleik á ferðini.

Elin framførdi eisini sjálv á palli við gittaraspælaranum Ívari Bærentsen og bassspælaranum Kolbein Simonsen, har hon sang nakrar av sínum egnu sangum og nakrar sangir hjá Ívari Bærentsen. Konsertirnar vóru væl umtóktar, serliga í Orknoyggjunum og í Hetlandi, har øll atgongumerki vóru útseld á øllum konsertunum.

Elin hevur síðani havt eina langa tónleikayrkisleið við fleiri tónleikaútgávum á baki, sum til ber at lesa meira um her: http://heinesen.fo

Til Vetrarjazz 2026-tiltakið, sum er eitt av tiltøkunum, har 50 ára jubileumið hjá Havnar Jazzfelag verður markerað, hevur Elin savnað ein tónleikabólk, sum fer at spæla saman við henni mikukvøldið 28. januar kl. 20:00 í Blábar.

Tey verða:

Eyðun Mohr Hansen á gittar, Edvard Nyholm Debess á bass, Inga Laksáfoss Simonsen á klaver, Rógvi á Rógvu á trummum og so Elin, sum syngur.

Á konsertini fer Elin at syngja nøkur av teimum jazz-løgunum, sum hon plagdi at syngja í jazzklubbanum í 70’unum og 80’unum.

 

Keyp JazzPazz á blabar.fo 

 

EN

In the mid-seventies, Elin was involved in founding the first jazz club in Tórshavn – Havnar Jazzfelag. She served on the board of the jazz club for several years and volunteered in various roles, such as organizer, bar attendant, doorman, ticket seller, cleaning staff, and more.

Havnar Jazzfelag was a legendary club, initiated by Kristian Blak. In the early years, the club was housed in the old B36 building in Gundadalur, later in Gamla Klubba (the Old Club, which has since been demolished), and even later in Veitsluhøllin (the Banquet Hall of the Tórshavn Club). In the early 1980s, the jazz club was allowed to borrow the old – now demolished – Perlan for its events, where Trappan in Vágsbotnur is now located.

It wasn’t only jazz that was played at the club, but all types of rhythmic music. The jazz club became a well-known place that many Faroese musicians still remember with gratitude, because the club offered them an opportunity to play and listen to music that was rarely performed in the Faroe Islands at that time – at least not regularly. The jazz club also hosted many foreign musicians in the Faroes. This provided significant inspiration for Faroese musicians, including Elin – and had a considerable impact on her musical career.

Elin herself performed several times at the jazz club in the 70s and early 80s, among others with her uncle, Svenn Brimheim, where she sang jazz and blues from The Real Book.

Elin also sang and played folk music during this time with her classmates from the Studentaskúlin í Hoydølum (Upper Secondary School in Hoydalar) – Ívar Bærentsen on guitar, and Bergur Hansen on flute. She herself occasionally played the piano during performances. They performed several times at the jazz club in the old B36 building and in the Old Club.

She also started composing her own music during this period – mainly folk music inspired by jazz and blues.

In 1977, Elin sang on the first ever jazz record made in the Faroe Islands “Jazz í Føroyum 1” (Jazz in the Faroes) (TUTL HJF 1) with the song “Hundasjúku Blues” (Hang-over Blues), composed by her class together with their teacher, Kristian Blak. The recording took place in the studio of the legendary music producer Milson Zachariassen, located in his basement.

“Hundasjúku Blues” became one of the songs that has stayed the longest ever on the Faroese hit list “15 Best” (about 20 weeks).

That same year (1977), Elin participated on a children’s album “Nu ska’ vi u å sejle” [TUTL HJF 3] with the group Kræklingar and others, with music by Kristian Blak. She sang “Girafsangen” (The Giraffe Song).

In the summer of 1977, Elin went on a concert tour in Scotland, Orkney, and Shetland, as part of a group of people who were active in Havnar Jazzfelag, performing Faroese dance and playing folk music along the way.

Elin also performed on stage with guitarist Ívar Bærentsen and bassist Kolbein Simonsen, singing some of her own songs and some composed by Ívar Bærentsen. The concerts were well received, especially in Orkney and Shetland, where all tickets sold out for every concert.

Elin has since had a long musical career with several music releases, which you can read more about here: http://heinesen.fo

For Vetrarjazz 2026, one of the events celebrating the 50th anniversary of Havnar Jazzfelag, Elin has assembled a group of musicians who will play with her on Wednesday, January 28 at 8:00 PM in Blábar.

They are:

Eyðun Mohr Hansen on guitar, Edvard Nyholm Debess on bass, Inga Laksáfoss Simonsen on piano, Rógvi á Rógvu on drums, and Elin herself singing.

At the concert, Elin will perform some of the jazz songs she used to sing in the jazz club in the 70s and 80s.

Buy a JazzPazz on blabar.fo 

 

Norðurlandahúsið
Tórshavnar kommuna
Eiðis kommuna
Vága kommuna
Runavíkar kommuna
Mentanargrunnur Landsins
Mentamálaráðið
Hiddenfjord
OY Brewery
Økistónar
Koda
Gramex
Auto Taxi
Hotel Hafnia
Hotel Tórshavn
Nordic Culture Point
NATA
Vanligur prísur 150,00 DKK
Vanligur prísur Útsølu prísur 150,00 DKK
Útsøla Útselt
MVG íroknaður. Shipping calculated at checkout.
Sí allar smálutir