Skip to product information
1 of 1

VETRARJAZZ 2026 – Norðurglóð (FO/IS) 1.feb. kl.20

VETRARJAZZ 2026 – Norðurglóð (FO/IS) 1.feb. kl.20

Tiltak 01 February, 2026
kl. 20:00 - kl. 22:00

FO

Havnar Jazzfelag (HJF) varð stovnað í 1975, tá Arnold Ludvig var 7 ára gamal. Hann visti einki um HJF fyrr enn í 1980, tá Arnold fór at spæla bass við bólkinum PlayBoys (seinni: PLÚMM). Teir vóru takksamir fyri HJF’s venue, PERLAN, fyri at brúka tað sum venjingarrúm í 1981. Hetta var tá hann uppdagaði sjálva tilveruna hjá TUTL Records og at føroyskur jazz hoyrdist á ymiskum LP-plátum og stakplátum. Arnold var rættiliga hugtikin av hesum fløgum við bæði lokalum og útlendskum tónleikarum. Hansara størsta fyrimynd tá var uttan iva føroyski bassleikarin Jóhannus á Rógvu Joensen, sum er, og hevur verið, ein av fremstu tónleikarum í Føroyum. Umframt at vera tónaskald og framleiðari av útlendskum tónleikarum, gjørdi Holger Laumann (DK) stórt inntrykk á Arnold, bæði sumsaxofonleikari og sum tónaskald.

Hetta innlit kveikti ein dreym í Arnoldi, sum hann stríddist við at fremja í 1981, tá hann var 13. Dreymurin var at gerast ein góður jazzbassistur og tónaskald. Við tolsemi, áhaldni, venjing, forvitni og dirvi náddi hann dreyminum. Eftir eitt ár á Musikkskúlanum F.Í.H. í Reykjavík, har Arnold las jazz og fekk lestrarstuðul, hitti hann næmingar, átti lærara, og spældi við framtíðar crème de la crème av Íslands fínastu jazztónleikarum, sum je skuldi melda seg til 25 ár seinni.

Fløgan “ALLAR ÆTTIR,” Holger Laumann & PLÚMM kom út í 1991 á TUTL Records. Í 1998 skrivaði Arnold tríggjar jazzkompositiónir, Samba For Sunshine, For Old Times Sake og Little Black Sambo. Í 1998 gav Plúmm út “Green Gate” á Tutl Records, har Arnold Ludvig hevði sorgblíða “Pastel Shades”.

Í 2005 vann hann heiðurin sum besti bassleikari á Atlantic Music Event.

Í 2013 gav hann út “VOYAGES”, og í 2016 gav Ludvig út “ICELAND”, við virðisløntum donskum tónleikarum, Alain Apaloo, Mariane Bitran, Simon Spang-Hanssen, Marco Martinovic og Nicolas Campagnol, sum báðir við Arnold Ludvig Sextet á TUTL Records sum fekk frálík ummæli og varð tilnevndur til Besta solista og Besta bólk á Føroysku Tónlistavirðislønunum 2017.

Í 2019 fekk Ludvig masterprógv í tónleiki frá Listaháskúlanum, har hann sameindist við sínar FIH floksfelagar og lærara, sum framførdi á festivalum og jazzstøðum í Íslandi.

Nýggjasta fløgan hjá Arnold varð útgivin talgilt í apríl 2025 við ARNOLD LUDVIG QUINTET, samansett av øllum virðisløntum tónleikarum við sínum FIH-næmingum og læraranum Sigurði Flosason á alto og soprano saksofon, Jóel Palssón á tenor og soprano sax, Kjartan Valdemarsson og  Einar Scheving á trummur.. Talan er um sjáldsama “LIVE @ Maggies ‘18” – tónleikaupptøkuna, sum kemur út á LP seinni í 2026.

Hesa kvøldkonsertina @ Blábar verður við:

Arnold Ludvig (bass), Sigurður Flosason (saksofon), Kjartan Valdemarsson (klaver), Leivur Thomsen (gittar), Ólavur Eyðunsson Gaard (gittar), Rógvi á Rógvu (trummur)

 

 

Keyp JazzPazz á blabar.fo 

 

EN

Havnar Jazzfelag (HJF) was founded in 1975, when Arnold Ludvig was 7 years old. He knew nothing about HJF until 1980, when Arnold started playing bass with the band PlayBoys (later: PLÚMM). They were thankful to HJF’s venue, PERLAN, for using it as a rehearsal space in 1981. This is when he discovered the very existence of TUTL Records and that Faroese jazz could be heard on various LPs and singles. Arnold was quite impressed by these records with both local and foreign musicians. His biggest role model at that time was undoubtedly the Faroese bass player Jóhannus á Rógvu Joensen, who is, and has been, one of the leading musicians in the Faroe Islands. In addition to being a composer and producer of foreign musicians, Holger Laumann (DK) made a strong impression on Arnold, both as a saxophonist and as a composer.

This insight ignited a dream in Arnold that he struggled to realise in 1981, when he was 13. His dream was to become a good jazz bassist and composer. With patience, persistence, practice, curiosity, and courage, he achieved his dream. After a year at the Music School F.Í.H. in Reykjavík, where Arnold studied jazz and received a scholarship, he met students, had a teacher, and played with the future crème de la crème of Iceland’s finest jazz musicians that he would join 25 years later.

The album “ALLAR ÆTTIR,” Holger Laumann & PLÚMM was released in 1991 on TUTL Records. In 1998, Arnold wrote three jazz compositions, “Samba For Sunshine”, “For Old Time Sake”, and “Little Black Sambo”. In 1998, Plúmm released “Green Gate” on Tutl Records, featuring Arnold Ludvig’s melancholic “Pastel Shades”.

In 2005, he won the Best Bassist award at the Atlantic Music Event.

In 2013, he released “VOYAGES”, and in 2016, Ludvig released “ICELAND”, with award-winning Danish-based musicians, Alain Apaloo, Mariane Bitran, Simon Spang-Hanssen, Marco Martinovic and Nicolas Campagnol, both with ARNOLD LUDVIG SEXTET on TUTL Records, which received great reviews and was nominated for Best Soloist and Best Band at the 2017 Faroese Music Awards.

In 2019, Ludvig earned a Master’s degree in music from Iceland University of the Arts, where he reunited with his FIH classmates and teacher performing at festivals and jazz venues in Iceland.

Arnold’s latest album was released digitally in April of 2025 with ARNOLD LUDVIG QUINTET, comprised of all award-winning musicians with his FIH students and teacher Sigurður Flosason on alto and soprano sax, Jóel Palssón on tenor and soprano saxophone, Kjartan Valdemarsson on piano, and Einar Scheving on drums. This is the rare “LIVE @ Maggies ‘18” – concert recording, which will be released on LP later in 2026.

This evenings concert @ Blábar will be with:

Arnold Ludvig (bass), Sigurður Flosason (alto and soprano saxophones), Kjartan Valdemarsson (piano), Leivur Thomsen (guitar), Ólavur Eyðunsson Gaard (guittar), Rógvi á Rógvu (drums)

Buy a JazzPazz on blabar.fo 

 

Norðurlandahúsið
Tórshavnar kommuna
Eiðis kommuna
Vága kommuna
Runavíkar kommuna
Mentanargrunnur Landsins
Mentamálaráðið
Hiddenfjord
OY Brewery
Økistónar
Koda
Gramex
Auto Taxi
Hotel Hafnia
Hotel Tórshavn
Nordic Culture Point
NATA
Vanligur prísur 100,00 DKK
Vanligur prísur Útsølu prísur 100,00 DKK
Útsøla Útselt
MVG íroknaður. Shipping calculated at checkout.
Sí allar smálutir