Skip to product information
1 of 2

Kátir Kallar (FO) Hóskvøldið 27.August kl.21

Kátir Kallar (FO) Hóskvøldið 27.August kl.21

Tiltak 27 August, 2026
kl. 21:00 - kl. 22:30

Kátir Kallar – Føroyskir Jazz Standards

Magnus Johannessen (klaver), Herluf Lützen (gittar), Arnold Ludvig (bass), Rógvi á Rógvu (trummur)


Kátir Kallar er ein føroyskur jazz bólkur, sum spælir føroyskar jazz standards við stórari spæligleði. Limir bólksins velja ymiskar kendar føroyskar sangir, sum teir arrangera sum jazz standards á ein líknandi hátt, sum altjóða jazz bólkar gera sum siðvenja. Á hendan hátt verða føroyskir áhoyrarar veruliga drignir inn í eina tónleikaferð saman við bólkinum, har teir føla seg heima, og har teir ofta syngja við, hóast bólkurin spælir intrumentalan tónleik.


Tónleikurin er aktuellur fyri eina breiða áhoyrarafjøld, og útlendskir áhoyrarar verða presenteraðir fyri føroyskum tónleiki í einum jazzutum hami.


Debut útgávan “Jazzbók Føroya Fólks”, sum kom út á Tutl Records í 2015, varð tilnevnd eina FMA virðisløn 2016.


Spotify

Vanligur prísur 100,00 DKK
Vanligur prísur Útsølu prísur 100,00 DKK
Útsøla Útselt
MVG íroknaður. Shipping calculated at checkout.
Sí allar smálutir