Skip to product information
1 of 1

Norðurglóð (FO) í Blábar hóskvøldið 26. november

Norðurglóð (FO) í Blábar hóskvøldið 26. november

Konsert við Norðurglóð í Blábar hóskvøldið 26. november kl. 21 🎶

Hetta kvøldið verður jazzur á skránni í Blábar, tá Norðurglóð fer á pallin!

Norðurglóð er mannað við fýra føroyskum tónleikarum, sum saman skapa sín egna ljóðheim við jazzinum sum grundarlagi og við íblástri úr øðrum tónleikasjangrum.

Tónleikurin er merktur av improvisatión, eksperimentering og frælsi at fara nýggjar leiðir. Her er rúm fyri spontanum hugskotum, óvæntaðum vendingum og samanspæli, sum ger hvørja framførslu serstaka.

Á skránni eru fyrst og fremst kompositiónir hjá Arnold Ludvig, men eisini løg hjá hinum limunum og øðrum føroyskum tónaskøldum.

🎶 Á pallinum verða:

Arnold Ludvig – bass og tónaskald  
Justin James – alt- og tenorsaksofon  
Kristian P. Ellefsen – tangentar  
Brandur Jacobsen – trummur

📅 Hóskvøldið 26. november  
⏰ Kl. 21:00  
📍 Blábar, Niels Finsensgøta 23

Kom framvið til eitt hugnaligt hóskvøld við spennandi jazztónleiki og onkrum góðum úr barrini!

Vit síggjast í Blábar! 🎶

- - - 

🇬🇧 ENGLISH

Concert with Norðurglóð at Blábar on Thursday 26 November at 9 pm 🎶

Jazz takes centre stage at Blábar for the evening as Norðurglóð takes to the stage!

Norðurglóð brings together four Faroese musicians who create their own distinctive sound, rooted in jazz but drawing inspiration from a range of musical genres.

Improvisation, experimentation and musical freedom are at the heart of their sound. Expect spontaneous ideas, unexpected turns and creative interplay that makes every performance unique.

The band primarily performs original compositions by bassist Arnold Ludvig, alongside pieces by other band members and Faroese composers.

🎶 On stage:

Arnold Ludvig – bass and composer  
Justin James – alto and tenor saxophones  
Kristian P. Ellefsen – keyboards  
Brandur Jacobsen – drums

📅 Thursday 26 November  
⏰ 9 pm  
📍 Blábar, Niels Finsensgøta 23

Join us for a relaxed Thursday evening of exciting live jazz and something nice from the bar!

See you at Blábar! 🎶

Vanligur prísur 100,00 DKK
Vanligur prísur Útsølu prísur 100,00 DKK
Útsøla Útselt
MVG íroknaður. Shipping calculated at checkout.
Sí allar smálutir