Skip to product information
1 of 2

Plutonic (QC) & EagleCentric (FO) Hóskvøldið 6.august kl.21

Plutonic (QC) & EagleCentric (FO) Hóskvøldið 6.august kl.21

Tiltak 06 August, 2026
kl. 21:00 - kl. 22:30

Plutonic (QC)

Plutonic, eisini kend sum Anna Iachino, leggur fram skaldskap og tekstir saman við rútmiskum tónleiki og samplingum, sum verða spæld á einum MIDI mini-keyboardi gjøgnum Ableton Live.


Hetta er nýggja elektroniska verkætlanin hjá Annu sum sangari og elektroniskur tónasmiður, har hon kemur aftur til sín kærleika fyri at røra seg til tónleik við at skapa tónleik til dansigólvið. 


Síðst í 2024 gav Plutonic út síni fyrstu stakløg, “Where’s The Trauma?” og “Pain”, sum fingu sera góð ummæli.


Tónleikurin hjá Plutonic er ein íoyrafallandi elektronisk dansisjangra, sum er eyðkend av einum eksperimenterandi dansi-punk ljóði við punchy rútmum, sum eru filtraðar ígjøgnum eina avantgarde linsu. Tað er eitt sterkt og angstfult djamm, ið er líka serstakt, sum tað er grípandi, við einum originalum stemningi.


Síggj live framførslu av "Where's the Trauma?" her



EagleCentric (FO)

EagleCentric er ein solo tónleikaverkætlan hjá Arnold Ludvig við elektroniskum tónleiki.


Hann hevur útgivið eina talgilda útgávu í fullari longd, sum eitur “Pushing Envelopes”.

Øll stakløgini hava fingið góða móttøku. Lagið “Sandonian Comfort” fekk A-rotatión í Skylab Radio í Bretlandi.


Umframt at innspæla, ljóðblanda og masterera, filmaði og klipti hann eisini øll fýra videoløgini til síni stakløg.


Hann framførir fyrst og fremst við at brúka Ableton Live við ymiskum MIDI-stýrarum og samplingum av røddum til at framleiða elektroniskt manipulerað ljóðlandsløg, eitt nú av floytan, bassi, guitarspæli og oðrum ljóðførum.


Sjangran er ein eksperimenterandi paletta av Electronica, Jazztronica, Dubstep, Ambient og Dancetronica.


Á Youtube:

Whatcha Gonna Do About It

Sandonian Comfort

Vanligur prísur 100,00 DKK
Vanligur prísur Útsølu prísur 100,00 DKK
Útsøla Útselt
MVG íroknaður. Shipping calculated at checkout.
Sí allar smálutir