Skip to product information
1 of 2

Sissal (FO) Hóskvøldið 13.august kl.21

Sissal (FO) Hóskvøldið 13.august kl.21

Tiltak 13 August, 2026
kl. 21:00 - kl. 22:30

Sissal

Sissal Grækarisdóttir Magnussen (sang), Ólavur Gaard (gittar), Kristian Pauli Ellefsen (tangentar), Árni Jóhannesson (bass), Hjørtur Pætursson Háberg (trummur)


Sissal syngur og skrivar tekstir við gerandismáli. Saman við melankolsku løgum hennara og serstøku rødd er talan um søguforteljing, sum í støðum kennist rá og aðrar tíðir lættari í tí. Hetta eru søgur og støður tulkaðar út frá egnum upplivingum. Saman við bólkinum gerast sangirnir leikandi og leitandi í úttrykkinum.


Íblásturin kemur fleiri staðni frá og spælt verður við ymsar sjangrur. Væntast kann, at dentur verður lagdur á improvisatión og at fáa jazz/blues-sjangrurnar við í tónleikin til Summartónar. Tónleikararnir í bólkinum eru stinnir innan improvisasjón, og møguliga verður onkur standard eisini á skránni. Ella okkurt lag frá útgávuni “A Lonely Chair With a View”, ið bólkurin gav út í 2018.


Spotify

Vanligur prísur 100,00 DKK
Vanligur prísur Útsølu prísur 100,00 DKK
Útsøla Útselt
MVG íroknaður. Shipping calculated at checkout.
Sí allar smálutir